Innanlands

Ferðslan verður tálmað í Skopun

Ferðaavmarking á 30 kilometrar um tíman sett í verk í allari bygdini

(Mynd: Skopunar kommuna)

(Mynd: Skopunar kommuna)

2026-02-16 13:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú er ikki loyvi at koyra skjótari enn 30 kilometrar um tíman í Skopunarbygd.

Ferðskelti eru sett upp, sum avmarka ferðina.

- Hetta er liður í at gera tað tryggari hjá okkum øllum, sum ferðast í bygdini, skrivar Skopunar kommuna á heimasíðuni.

Seinastu árini, og kanska serliga síðani tunnilin lat upp, er ferðslan økt sera nógv í Skopun. Tí er tað av alstórum týdningi, at seta átøk í verk, sum kunnu vera við til, at gera tað tryggari hjá okkum øllum at ferðast á vegunum í Skopun, skrivar kommunan, sum eisini sigur, at næsta átakið, ið verður sett í verk, verður at gera bungur, har tørvur er á tí.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder