Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer vil royna at víðka heimildina hjá stjórnini at avmarka atgongd til netið fyri at seta aldursmark á sosialar miðlar.
Tað skrivar hann á sosiala pallinum Substack.
– Endamálið er at forða børnum í at fáa atgongd til skaðiligar sosialar miðlar, skrivar hann.
Avstralia hevur bannað ungum undir 16 ár at brúka sosialar miðlar, og síðan hetta forboðið kom í gildi, hava stjórnir í Spania, Grikkalandi, Slovenia og Sveis boðað frá ætlanum um líknandi forboð, skrivar Ritzau.
Bretska stjórnin ynskir, sambært Keir Starmer, at avmarka ávísar funkur á sosialu miðlunum, harímillum autoplay, sum kann hava við sær, at fólk "skrulla í endaloysi".
Starmer finst hvassliga at feløgunum handan sosialu miðlunum.
– Hetta er sjálvandi ikki ein nýggj avbjóðing. Vandarnir við, at børn verða lokkað ella eggjað til at gera skaða á seg sejálvi, happing og kvinnuhatur - vit hava tosað um hetta í áravís nú.
– Hvat hava feløgini handan sosialu miðlunum gjørt við hetta? Spyr Starmer, sum tó ikki nevnir eitt ítøkiligt aldursmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald