Dekk-Keyp varð stovnað seint í 2024 við einum greiðum máli: at bjóða føroyingum dekk til kappingarførar prísir og gera tað einfalt at keypa dekk og felgur.
Longu í 2025 seldi felagið knapt 2.000 dekk, hóast tað bert hevði verið á marknaðinum í stutta tíð. Sambært felagnum hevur eftirspurningurin verið støðugur, og gongdin hevur verið jalig frá fyrsta degi.
- Vit hava sæð eina stóra øking í eftirspurninginum gjøgnum árið. Tað hevur givið okkum dirvi at menna virksemið víðari, verður sagt úr Dekk-Keyp.
Egið dekkverkstað letur upp
Sum partur av víðari menning letur Dekk-Keyp nú egið dekksverkstað í Tórshavn, sum letur upp 16. mars 2026.
Við hesum fer felagið frá at vera ein reinur veitari av dekkum og felgum til eisini at bjóða professionelt dekkskift. Endamálið er at savna keyp og uppseting á sama stað og fáa betri tamarhald á allari tænastuni.
- Við egnum verkstaði fáa vit eina meira samlaða loysn og betri rakstrargrundarlag, verður sagt.
Umboðan og goymsla áveg
Dekk-Keyp arbeiðir eisini við at tryggja sær eksklusivar umboðanir av ávísum dekkkmerkjum, sum framyvir einans verða seld av teimum á føroyska marknaðinum. Hetta skal styrkja kappingarstøðuna og geva kundum fleiri valmøguleikar.
Harumframt eru ítøkiligar ætlanir um at seta á stovn egna goymslu, so fleiri støddir kunnu vera tøkar beinanvegin.
- Tá virksemið veksur, er tað ein náttúrlig menning at byggja upp goymslu og stytta veitingartíðina. Tað arbeiða vit miðvíst móti.
Byggja upp stig fyri stig
Sambært Dekk-Keyp er ætlanin at halda fram við skipaðari menning, har dentur verður lagdur á støðugan og haldføran vøkstur.
- Vit hava valt at vaksa stig fyri stig og byggja eina loysn, sum heldur í longdini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald