Innanlands

Statslán: - Valdast øðiliga nógv um hvørjar treytir eru galdandi

Tað er slett ikki viðgjørt, og mær hóvar ikki politiska íblandan úr Danmark - serliga so tætt uppá val, staðfestir Ruth Vang. Landsstýriskvinnan skýrir tó øll tilboð um fígging sum "áhugaverd" til stórar verkætlanir

- Ja, eg rokni við at Sambandsflokkurin nýtir hetta til at vísa á, hvat vit kunnu fáa burturúr at vera í einum ríkjafelagskapi. Men also, tað valdast jú øðiliga nógv um, hvørjar treytir eru galdandi hinvegin; um hetta er áhugavert ella ikki (Mynd: Sverri Egholm)

- Ja, eg rokni við at Sambandsflokkurin nýtir hetta til at vísa á, hvat vit kunnu fáa burturúr at vera í einum ríkjafelagskapi. Men also, tað valdast jú øðiliga nógv um, hvørjar treytir eru galdandi hinvegin; um hetta er áhugavert ella ikki (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-17 07:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Ja, eg rokni við at Sambandsflokkurin nýtir hetta til at vísa á, hvat vit kunnu fáa burturúr at vera í einum ríkjafelagskapi. Men also, tað valdast jú øðiliga nógv um, hvørjar treytir eru galdandi hinvegin; um hetta er áhugavert ella ikki.

Soleiðis sigur Ruth Vang, tá FM1 spyr landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum um eitt statslán úr Danmak uppá Suðuroyartunnilin kann koma uppá tal. 

- Statslán er slett ikki tikið uppá tungu í landsstýrinum.

Í gjár komu Sambandsflokkurin og danski systurflokkurin, Vinstri, við skrivi, har skotið varð upp, at Suðuroyartunnilin verður fíggjaður við einum statsláni.

[object Object] Troels Lund Poulsen, Anna Falkenberg og Bárður á Steig Nielsen stóðu saman um útspælið

– Í Danmark hava vit ein sunnan búskap, og haldførið er gott, og tað er orsøkin til, at vit kunnu taka bílig lán til skilagóðar íløgur. Hesin møguleikin kann koma Føroyum til góðar umvegis ríkisfelagsskapin, um avgjørt verður at byggja Suðuroyartunnilin, sigur Troels Lund Poulsen, formaður í Vinstra.

Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins og Anna Falkenberg, næstforkvinna og fólkatingsumboð floksins, taka undir. 

Les meira: Vinstri og Sambandsflokkurin: Fíggja Suðuroyatunnilin við einum statsláni

Ruth Vang staðfesti seinni á degnum, at øll fígging er áhugaverd - og so bílig fígging sum gjørligt - tá talan er um slíkar stórar verkætlanir. Men landsstýriskvinnan er varin: Hvør er "baksíðan", spyr Ruth Vang.

Tað hóvar heldur ikki forkvinnuni í Framsókn, sum í løtuni er eitt av oddafólkunum í ætlanunum um at broyta samstarvið við Danmark (í tjóðarsemjuni), at slík politisk íblandan í føroysk viðurskifti kemur - serliga ikki so tætt uppá val í Danmark.

Hoyr alla samrøðuna við Ruth Vang her

Video: - Tað verður eingin føroyskur statur í danska ríkinum

Hoyr eisini: Tá Helgi Abrahamsen og Bjarni Kárason Petersen brustu saman: - At vera innanfyri ella uttanfyri ríkið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder