Trý smærri ferðsluóhapp vóru í Eysturoynni í gjár, okkurt teirra helst orsaka av hálkuni.
Í gjáramorgunin rendu tveir bilar saman í Norðragøtu. Ógreitt er hvussu óhappi hendi, men ongin fólkaskaði var.
Beint eftir middag í gjár, rendu tveir bilar saman á Gøtueiði. Ein bilur hevði blinkað til høgru fyri at støðga við vegjaðaran eina løtu. Tá bilurin koyrdi avstað aftur, varð hann árendur aftanífrá, av einum øðrum bili. Eisini her var einans talan um materiellan skaða, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini.
Stutt eftir hetta óhappi, frættist um ein bil, sum koyrdi av vegnum í Skálafirði. Bilførarin misti tamarhaldið á bilinum, sum koyrdi av vegnum. Heldur ikki hesaferð, var talan um fólkaskaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald