Innanlands

Alt fleiri útlendingar í Føroyum

Men í Grønlandi er vøksturin av útlendingum meira markantur - har er talið av fólkum, fødd í Grønlandi, í stórari minking

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-17 11:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Av teimum 54.981 fólkunum, sum á nýggjárinum vórðu skrásett at búgva í Føroyum, eru tey 45.741 fødd í Føroyum og 4.663 í Danmark, tilsamans 50.404. Men talið av donskum ríkisborgarum við bústaði í Føroyum var 51.406.

Hóast fólkatalið í Føroyum, sambært Hagstovu Føroya, vaks við 448 í 2025, so vaks talið av donskum ríkisborgarum einans við 49.

Sostatt eru tað útlendskir ríkisborgarar, sum standa fyri nógv tí størsta fólkavøkstrinum í Føroyum.

Í Grønlandi fækkast donsku ríkisborgararnir

Soleiðis er eisini í Grønlandi. Sermitsiaq skrivar, at av samlaða fólkavøkstrinum í Grønlandi á 198 fólk, so vaks talið av asiatum við 278, meðan talið av donskum ríkisborgarum var minkandi. 1. januar í ár búðu tað 101 færri danskir ríkisborgarar, enn tað gjørdi 1. januar 2025.

Talið av fólkum, sum eru fødd í Grønlandi er eisini minkandi, skrivar Sermitsiaq frá Grønlands Statistik. Í 2025 fluttu 1.046 persónar, føddir í Grønlandi av landinum, meðan 836 fluttu til Grønlands, tað er ein nettofráflyting av fólkum, fødd í Grønlandi á 210. Tað er tó eitt sindur minni enn árið frammanundan. Í 2024 var nettofráflytingin 449.

Sammeta vit hagtølini í Grønlandi og Føroyum, so kunnu vit staðfesta, at á nýggjárinum búðu tað 1.759 fleiri fólk í Grønlandi enn í Føroyum. Men talið á ‘útlendskum ríkisborgarum’ er 2.505 hægri í Grønlandi enn í Føroyum.

Flest úr Filipsoyggjum

Venda vit aftur til føroysku hagtølini, so koma flestu tilflytarar úr hesum londum: (ríkisborgaraskapur pr. 1. januar 2026 (við broytingini síðan 1. januar 2025 í klombrum))

Filipsoyggjar: 752 (+88)
Rumenia: 285 (-2)
Poland: 207 (-5)
Ukraina: 191 (-20)
Tailand: 182 (+13)
Ísland: 148 (+4)
Ókendur ríkisborgaraskapur: 146 (+139)
Indonesia: 118 (+13)

Yvirlitið yvir ríkisborgaraskap pr. 1. januar á Hagstovuni

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder