Fleiri áleikandi politisk mál eru, og eitt er sonevnda tjóðarsemjan, sum fimm av teimum seks politisku flokkunum eu við í: Hesir vilja fara undir samráðingar við Danmark við broytingum í ríkisrættarligu støðuni fyri eyga.
Allir uttan Sambandsflokkurin hava verið við í tilgongdini seinasta árið, men nú er ivamál um Miðflokkin. Útfrá útsagnum hjá Jenisi av Rana og Steffan Klein Poulsen eru teir als ikki ósamdir við tilgongdini, men orskað av fosturtøkumálinum í vetur, vilja teir illa samstarva við samgonguna um nakað sum helst.
Fólkaflokkurin tykiskt harafturímóti verða "all-inn", men hvussu er, tá flokkurin - eftir øllum at døma - kemur til valdið seinni í ár?
![]()
Hetta skal Beinir Johannnesen fyrihalda seg til í dag. Formaðurin í Fólkaflokkinum og formaðurin í Miðflokkinum vitja útvarpsstovuna hjá FM1 beinr eftir tíðindini klokkan 15. Árni Gregersen verður vertur.
Sí eisini: Statslán Valdast ógvuliga nógv um hvørjar treytir eru galdandi
Hoyr eisini: Tá Helgi Abrahamsen og Bjarni Kárason Petersen brustu saman: - At vera innanfyri ella uttanfyri ríkið
Video: - Tað verður eingin føroyskur statur í danska ríkinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald