2026-02-17 14:15
Í annaðkvøld, 18. februar klokkan 20, verður listaframsýning í Glyvra kirkju í sambandi við føstugudstænastuna. Anker Mortensen, listamaður, sýnir fram.
Listamaðurin fer at hugleiða um myndlist sína undir gudstænastuni.
Í bókini “Anker Mortensen - Tað andaliga í málninginum” verður sagt:
“Anker Mortensen yrkir myndir; myndir hansara eru málaðar yrkingar, poetiskar tulkingar í sinninum, sum møtir veruleikanum, tískil “abstraktar”. Tær avspegla ljósið, vindin, angan, ljóð, litfatan, tað ber eisini til at rópa tær kosmiskar”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald