Mentan

Morgunsangur savnar enn næmingar

- Hann kann skapa eina felagsskaparkenslu, og og tað er júst tann góði felagsskapurin, ið leiðslur á skúlum stremba eftir at skapa, sigur Bárður á Reynatrøð. Leirvíkingurin hevur skrivað B.Ed. ritgerð á Námsvísindadeildini um morgunsang í fólkaskúlanum

Bárður á Reynatrøð, lesandi og landsliðsspælari í fótbólti. Hann er eisini dugnaligur tónleikari (Mynd: skulabladid.fo)

Bárður á Reynatrøð, lesandi og landsliðsspælari í fótbólti. Hann er eisini dugnaligur tónleikari (Mynd: skulabladid.fo)

2026-02-17 18:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skúlablaðið/Tóra við Keldu: - Tá morgunsangur veruliga kemur til sín rætt, kann hann skapa eina felagsskaparkenslu, og tað er júst tann góði felagsskapurin, ið leiðslur á skúlum stremba eftir at skapa, har allir næmingar og lærarar eru savnaðir til morgunsang.

Tað sigur Bárður á Reynatrøð, sum hevur skrivað B.Ed. ritgerð á Námsvísindadeildini um morgunsang í fólkaskúlanum.

Tá ið Bárður á Reynatrøð skuldi skriva B.Ed. ritgerð á Námsvísindadeildini í tónleiki á linju, valdi hann at skriva um morgunsang í fólkaskúlanum. Hann var forvitin eftir at vita, hvat endamálið við morgunsangi er, hvørjir næmingarnir syngja best við, hvørjir fyrimunir og vansar eru við morgunsangi umframt, hvønn týdning morgunsangur hevur fyri felagsskaparkenslu millum næmingar.

- Eg hevði tónleik á linju og hevði hug at skriva endaligu uppgávuna so ella so um felagsssang, og valdi tí at avmarka meg til morgunsang. Tí morgunsangur hevur verið bæði ein fastur og ein siðbundin táttur í føroyska fólkaskúlanum. Hóast samfelagið broytist, so síggja vit, at morgunsangurin framvegis er ein serstakur siður, ið er varðveittur og enn savnar næmingar og lærarar til eina felagsløtu á morgni. Hetta er í veruleikanum ein løta, sum allir føroyingar kenna til so ella so sum part av fólkaskúlatíðini.

Hóast morgunsangur ikki var álagdur fólkaskúlunum við lóg fyrr enn í 2019, so hevur hann altíð verið ein grundleggjandi partur av føroyskum skúlaskapi, vísir Bárður á Reynatrøð á.

- Tá ið lógaruppskot varð lagt fyri Føroya løgting um at lóggeva morgunsang inn um skúlagátt, var víst á fleiri fyrimunir við morgunsangi. Millum annað varð sagt, at sálmar og sangir er nakað, sum vit kunnu taka við okkum gjøgnum altíð lívið, og týdningin liggur eisini í, at felagssangurin er við til at varðveita mentanararv okkara. Umframt at sálmar og sangir er ríkur sangskattur, eru hetta eisini læruríkur skaldskapur. Samstundis varð víst á vandan í, at næmingar møguliga annars ongantíð læra føroyskar sálmar og sangir, um skúlar ikki hava morgunsang. 

- Sannkenningin av, at næmingarnir jú lurta eftir øðrum slagi av tónleiki enn tí siðbundna, eigur hervið helst at vísa okkum á týdningin, at vit varðveita siðvenjuna. Og í øllum teimum fimm viðtalunum, ið eg gjørdi í sambandi við uppgávuna, var semja um, at felagssangur er mennandi, og at morgunsangur er ein góð løta í sjálvum sær.

Yvirskipað hugleiðir Bárður á Reynatrøð róligur, at semja tykist at vera í samrøðunum um, at yngru næmingarnir syngja væl við, ímeðan teir eldru syngja minni væl við. Tað var eisini tann eygleiðingin, hann gjørdi á øllum trimum skúlunum, hann vitjaði.

- Eg legði eisini í eygleiðingini merki til, at tað er ymiskt, hvussu tann einstaki næmingurin luttekur í morgunsanginum. Tá ið næmingar eru ymiskir, so er tað sjálvsagt eisini natúrligt, at teir luttaka ymiskt – fleiri vóru væl við, og aðrir vóru so at siga bara til staðar.

Eitt nú í Danmark er hend ein broyting, har sálmar og sangir við tíðini eru vorðnir meira ella minni ókendir millum børn og ung.

- Broytingarnar í Danmark seinastu árini hava vakt nakrar røddir, sum siga, at í eini broytingartíð, sum morgunsangur hevur verið fyri, er greitt, at um tað er eitt yvirskipað felags framtíðarynski at varðveita eitt tónleikaligt felagsúrval av sálmum og sangum, sum kunnu vísa til eina felagsmentan og felags samleika, so er tað bara fólkaskúlin, sum kann gera eitt slík ynski til veruleika.

- Eg haldi, at hetta er áhugavert, tí her koma vit neyvan uttan um, at tað við hesum samstundis verður áløgd fólkaskúlanum ein risastór uppgáva, tá ið talan er um, hvat vit sum samfelag vilja og velja at leggja í okkara komandi ættarlið. Hvørjar sangir eru tað, sum børn og ung eiga at læra, og hvør ger tá av, hvørjar siðvenjurnar eru, sum okkara børn og ungu eiga læra og taka til sín?

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder