Innanlands

Munnligir fyrispurningar í Løgtinginum

Landsstýrisfólk og løgmaður skulu standa til svars í dag - tingfundurin byrjar klokkan 11

Aksel V.Johannesen hevur nóg mikið at takast við í løtuni - í dag fær løgmaður eftir øllum at døma fleri spuringar frá tingfólki (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Aksel V.Johannesen hevur nóg mikið at takast við í løtuni - í dag fær løgmaður eftir øllum at døma fleri spuringar frá tingfólki (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-02-18 06:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Álitini um Suðuroyartunnilin og pensjónsmálið eru á veg, og verður fyrrnevnda sum skilst til reiðar í morgin, hósdagin.

Sí eisini: Álitið um Suðuroyartunnilin neyvan klárt týsdagin

Tá eru fleiri triðju viðgerðir á skránni. Í dag snýr tað seg um fyrispurningar.

Teir eru munnligir. Tað merkir, at tey spurdu ikki hava fingið boð um spurningarnar langt áðrenn.

Klokkan 10 burdi yvirlit verið klárt á logting.fo. Hetta yvir hvørji spyrja hvønn, og  um hvat.

Tað eru landsstýrisfólkini, har ímillum løgmaður, sum skulu svara ymiskum.

Tingfundurin stendur til at byrja klokkan 11.00. Hann kann stroymast á heimasíðu Løgtingsins. Eftir fyrispurningarnar er framløga á skránni.

Vit verða í Løgtinginum í dag - meira á Portalinum og FM1 seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder