Innanlands

- Hasin fitti maðurin Aksel skuffaði okkum nakað so øðiligt

Jenis av Rana og Miðflokkurin taka undir við tjóðarsemjuni, men vegna atgerðirnar hjá løgmanni og Javnaðarflokkinum undir fosturtøkumálinum, er flokkurin ikki við í arbeiðinum longur.

- Danmark kann ikki longur hava ræðið á øðrum londum, staðfestir Jenis av Rana, sum ynskir broyting - men ikki loysing (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Danmark kann ikki longur hava ræðið á øðrum londum, staðfestir Jenis av Rana, sum ynskir broyting - men ikki loysing (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-18 08:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tann morgunin, tá eg varnaðist hvat tey gjørdu - við at skifta fólk út fyri at fáa málið ígjøgnum - fór eg fram til hann, áðrenn tingfundurin byrjaði. Og eg segði við hann: - Aksel, um tað passar sum eg havi hoyrt, so veit eg hvør er arkitetkturin aftanfyri, og tað er tú. Og um tú ger hatta, so verður einki samstarv millum Miðflokkin og samgonguna hesumegin valið.

Miðflokkurin var frá byrjan við í sonevndu tjóðarsemjuni. Men í sambandi við at Javnaðarflokkurin framdi enn eitt skifti í landsstýrinum fyri at fáa fosturtøkumálið í gjøgnum - Súsannu Bertholdsen inn í Løgtingið fyri Djóna Nolsøe Joensen - gjørdi Jenis av Rana greitt, at "nú varð traðkað ov nógv á ein av etisku grundvøllunum hjá flokkinum".

Tað var í politiskum práti á FM1 í gjár, at Jenis av Rana greiddi frá støðuni í desember, tá fosturtøkumálið fór ígjøgnum - tá Miðflokkurin fór av tí skútini, sum ætlar til samráðingar við donsku stjórnina.

Og tað var ikki vegna ósemju um málið sjálvt: Hinvegin hevði arbeiði verið gott, langsiktað og meiningsfult, helt hann fyri. Eins og hin gesturin, Beinir Johannesen, staðfesti Jenis av Rana, at ein broyting má koma í samstarvinum við Danmark.

- Danir kunnu ikki framhaldandi hava ræðið á einum øðrum landi - men vit mugu halda uppat at brúka orðið loysing. Hetta snýr seg um eitt broytt samstarv millum trý javnsett lond.

Sí eisini: Video: - Tað verður eingin føroyskur statur í danska ríkinum

Royndi formaðurin í Miðflokkinum og tann ungi úr Fólkaflokkinum vístu báðir á, at danir eisini tykjast vilja broyting - og at teir væl vita, at tað er neyðugt. Og Miðflokkurin: Hann er eftir øllum at døma við aftur eftir eitt val.

Hoyr alt politiska prátið og kjakið frá í gjár her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder