Innanlands

Tveir bilar av vegnum í hálkuni

Eingin fólkaskaði var tá tvey hálkuóhapp vóru í gjárkvøldið

2026-02-18 07:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í tveimum førum fekk løgreglan í gjárkvøldið fráboðan um hálkuóhapp.

Ein bilur fór av vegnum í Suðuroynni um hálvgun níggju tíðina, og á Gomlurætt fór ein bilur av vegnum um midnáttaleitið.

Í hvørgan av førunum var nakar fólkaskaði og eisini var talan um lítlan materiellan skaða.

Tað er einki sum bendir á, at ferð, rúsdrekka ella nakað skal hava verið uppi í leikinum, og í slíkum føri verður eingin skuldsettur.

Bilarnir verða tiknir upp og eigararnir verða vístir til tryggingarfeløgini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder