- Í morgun vaknaðu vágbingar upp til ein heldur sjáldsaman morgungest. Ein roysningur var komin upp á land á Gørðunum, og hetta dróg skjótt eina størri mannfjøld oman á Garðarnar.
Soleiðis lýsir Vágs kommuna støðuna hendan týsmorgunin.
Tað er ikki 1. apríl, og tað tykiskt ikki vera AI íblandað. Tað er annars ikki gerandiskostur, at roysningar koma uppá land í Vági. Sum heild er tað óvanligt í Føroyum - tó var millum annað ein kendur í Árnafirði fyri nøkrum árum síðani.
Í Vági søgdu fólk seg hava hoyrt um ein roysning við Garðarnar tíðliga í morgun, og bæði børn og vaksin fóru oman at síggja sjáldsama gestin við egnum eygum. Roysningurin lá friðarligur í mølini, meðan fólk í stillum tóku myndir og prátaðu um óvæntaðu vitjanina.
Einki dramatiskt er hent, men vagur.fo skrivar, at fólk ikki skal koma ov nær.
- Vágs Kommuna heitir á borgarar um at halda frástøðu til roysningin – bæði fyri trygdina hjá sær sjálvum og hjá djórinum.
![]()
![]()
Myndir: vagur.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald