Innanlands

- Sambandsflokkurin ræðist orð

Tinglimir í fleiri flokkum høvdu at Sambandsflokkinum, tá Helgi Abrahamsen spurdu um samráðingar við donsku stjórnina. - Eg spekuleri, um eg eri í skeivum flokki, helt Kaj Leo Holm Johannesen fyri

- Alt gott um hondbólt, men vit skulu ikki seta vælferðina uppá spæl fyri hondbólt, helt Helgi Abrahamsen fyri móti endanum. Hinvegin fekk Sambandsflokkurin skot fyri at ikki vilja verða við (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

- Alt gott um hondbólt, men vit skulu ikki seta vælferðina uppá spæl fyri hondbólt, helt Helgi Abrahamsen fyri móti endanum. Hinvegin fekk Sambandsflokkurin skot fyri at ikki vilja verða við (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-02-18 11:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg hevði ein fyrspurning í áðni. Tá var eingin viðmerking. Men hetta setti eld í.

Tað, sum Helgi Abrahamsen setti eld í við í tingsalinum, var hesin spurningurin:

- Nær kann roknast við, at samráðingarnar fara at byrja við donsku stjórnina um at skipa Føroyar sum stat?

Spurningurin var til løgmann, sum ikki svaraði meira ítøkiligt enn "innanfyri eitt rímiligt tíðarbil" og møguliga í ár.

Sí eisini: Løgmaður vónar at fara undir samráðingar við donsku stjórnina í hesum valskeiðnum

Munnligir fyrispurningar eru fyri í Løgtinginum í dag, og nakrir hava størri áhuga enn aðrir.

Les eisini: Spyrja um samráðingar við Danmark, statslán og farleiðir

- Vilja ikki og ræðast 

Tá málið um samráðingar við danir um broytingar í ríkisfelagsskapinum varð tikið upp, ressaust fleiri úr ymiskum flokkum. Víst varð millum annað á, at "Sambandsflokkurin vil ikki verða við, og vil ikki veruliga vita, hvat gongur fyri seg".

- Jóhan Dahl tosar um, at vit skulu hava sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum – men vit skulu ikki vera sjálvstøðug. Vit skulu hava sjálvstøðugan limaskap í WTO – men vit skulu ikki vera sjálvstøðug. Hetta hongur ikki saman, staðfesti Jørgen Niclasen.

- Sambandsflokkurin ræðist orð sum sjálvstýri, helt Hanna Jensen úr Framsókn fyri.

- Mugu halda uppat at brúka orðið loysing

Tinglimir úr Javnaðarflokkinum vístu eisini á, at Sambandsflokkurin fær tað at ljóða sum um at hetta er nakað vandamikið.

- Nýtt Samband fer ikki at eydnast. Vit hava tørv á at dagføra. Bæði fyri altjóða avtalur, sum vit hava ilt á at fáa atgongd til, og millum annað eisini til IOC-limaskp fyri okkara ítróttarfólk, segði løgmaður.

- Alt gott um hondbólt, men vit skulu ikki seta vælferðina uppá spæl fyri hondbólt, helt Helgi Abrahamsen síðani fyri.

Sí eisini: Video: - Tað verður eingin føroyskur statur í danska ríkinum

[object Object]

Partamaður hansara í Sambandsflokkinum hevði tó meira hug at "halda við" flokkunum, sum eru partur av tjóðarsemkjuni:

- Eg spekuleri, um eg eri í skeivum flokki. Á ein hátt hevði eg vilja, at øll vórðu samd um eina loysn. Hvussu verða vit javnstillaði? Tað er spurningurin. Vit bestemma og eingin annar - og á jøvnum føti við onnur. Tað er eisini tað, sum Mette Frederiksen hevur víst á við Grønlandi, staðfesti Kaj Leo Holm Johannesen.

Hetta gav nakað av látri í salinum, meðan tingfólk úr serliga Tjóðveldi úr og Fólkaflokkinum tóku undir við Kaj Leo.

Í ólavsøkurøðini hjá Kaj Leo Holm Johannensen tosaði táverandi løgmaður um, at hansara dreymur var  "trý sjálvstøðug lond". Nakað sum hann stóð einsamallur um í Sambandsflokkinum. Flokkurin er ikki við í tjóðarsemjuni.

Kjak millum Bjarna Kárason Petersen og Helga Abrahamsen: At vera innanfyri ella uttanfyri ríkið

Dagført: 12.18

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder