Sunnudagin 22. februar eru liðin fýra ár síðani russisku innrásina í Ukraina. Í hesum sambandi skipar felagsskapurin Føroyingar fyri Friði fyri friðartiltaki.
Tiltakið verður í Perluni í Havn klokkan 15 sunnudagin.
Endamálið við friðartiltakinum er at varpa ljós á týdningin, at friður fæst í lag skjótast gjørligt, tí avleiðingarnar av langdrigna krígnum eru oyðileggjandi ikki minst menniskjaliga. Deyðstølini fyri bæði sivil- og herfólk eru ógvuslig umframt tey mongu særdu og flýddu.
Avleiðingarnar av krígnum síggjast eisini her um okkara leiðir við øktari hernaðarligari dubbing og hjáveru; og við einari heimsmynd í broyting í kjalarvørrinum av stórpolitiskum millumtjóða rembingum.
Friðartiltakið hevur eina áhugaverda og fjølbroytta skrá við røðum frá Jóannes Eidesgaard, formanni í Reyða Krossi Føroya og Hans Andrias Sølvará, professara í søgu. Tónleikur
verður frá Steintór Rasmussen og Sascha Shvets.
Beinleiðis stroyming verður til Ukraina, har vit hitta Bjørn Kallsoy og Alex Zakletsky, sum hava luttikið í krígnum. Møguleiki verður at keypa list frá Albinu Kokinu og Sascha Shvets, sum samtíðis er ein stuðul til hjálpararbeiði í Ukraina og friðararbeiði í Føroyum.
Friðartiltakið er – eins og friðartiltøkini higartil hava verið – politiskt og átrúnaðarliga óheft við tí endamáli, at sameina og samansjóða fólk við ymiskum sjónarmiðum við atliti at kríggjum og teimum ósemjum, ið eru landanna millum.
Hóast friðartiltakið 22. februar hevur fokus á kríggið í Ukraina, so minnir friðartiltakið okkum á, at tað eisini eru kríggj og ófriður aðrastaðni í heiminum, har fólk líða og menniskjarættindi dagliga vera sett til síðis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald