Suðuroyartunnilin kemur mest sannlíkt fyri tingið í næstu viku

Høvuðsálitið er latið andstøðuni, og í kvøld fær Eyðgunn Samuelsen restina av tilfarinum inn. Miðjað verður eftir at leggja álitið fram hósdagin

So hevur onkur eitt broytingaruppskot og onkur egnar viðmerkingar, og tað er tað arbeiðið, ið er í gongd, sigur Eyðgunn Samuelsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

So hevur onkur eitt broytingaruppskot og onkur egnar viðmerkingar, og tað er tað arbeiðið, ið er í gongd, sigur Eyðgunn Samuelsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-18 16:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er nokso vanligt at fara út yvir freistina uttan at útseta hana, um man veruliga í gongd. Vit eru í gongd, og eg vænti, at eg fái tað mesta, sum manglar, í kvøld. Høvuðsáltiið er latið andstøðuni. So hevur onkur eitt broytingaruppskot og onkur egnar viðmerkingar, og tað er tað arbeiðið, ið er í gongd. Vit gera síðani støðuna upp í sambandi við fíggjarnevndfundin í morgin. Síðani skal alt setast upp - tekniskt.

Hvussu leingi hetta arbeiðið tekur, veit Eyðgunn Samuelsen ikki við vissu. Tað veldst millum annað um, hvussu nógv tilfar forkvinnan í Fíggjarnevndini fær inn í kvøld. Men hon satsar uppá, at álitið um Suðuroyartunnilin verður lagt fram skjótt - men vónandi skjótt í morgin.

Freistin er annars í dag, mikudag, men ikki óvæntað er álitið nakað seinkað. Eyðgunn Samuelsen satsar tó uppá, at tað kann leggjast fram seint á tingfundinum í morgin, hósdagin 19. februar.

- Vit hava havt eina rúgvu av hoyringum - eisini í januar. 

Hoyr samrøðu við forkvinnuna í Fíggjarnevndini her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder