Mentan

Eivør verður stjørnan í kvøld

Triðja stjørnan í Hoydalar-røðini er Eivør

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-02-19 08:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sum fleiri helst hava gitt hesa seinastu vikuna, so verður tað Eivør, sum verður stjørnan í tónleikasendingini Hoydalar í kvøld.

Í sendingini í síðstu viku vísti Kim Hansen spírunum eina mynd av stjørnuni sum smágenta og upplýsti, at hon varð fødd í 1983.

[object Object](Skíggjamynd: Hoydalar / KvF)

42 ára gamla Eivør Pálsdóttir verður stjørnan. Og hon er ein veruliga stjørna. Hon kom fram sum oddakvinna í bólkinum Clickhaze um aldarskiftið, sum bara 17 ára gomul.

Hon hevur síðan útgivið nógvan tónleik og hevur eisini veirð á óteljandi konsertferðum kring heimin.

Hoydalar við Eivør sum stjørnu verður sent í sjónvarpinum kl. 19:30 í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder