- Vit høvdu fund fyrrakvøldið, har vit millum annað hugdu uppá møgulig valevni. Nøkur uppskot eru, og vit hava tosað við nøkur fólk. Tað er soleiðis hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni, at fólk úr sínum egna øki koma við sínum møguleikum, og síðani gera vit ein lista.
Soleiðis sigur Hans Kristian Alexander Abrahamsen við Portalin seinnapartin. Hann er formaður í Samhald, veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni.
Felagið hevur eina størri avbjóðing enn vanligt til løgtingsvalið í ár, tí trý av teirra toppskorarum á valinum í 2022 ikki stilla uppaftur:
Magnus Rasmussen úr Lamba (712 atkvøður), Jaspur Langgard av Nesi (256 atkvøður) og Edva Jacobsen úr Fuglafirði (201 atkvøður) vóru í topp-tíggju yvir atkvøður hjá Sambandsflokkinum á seinasta løtgingsvali. Og hetta eru trý av teimum fýra, sum fingu flest atkvøður hjá flokkinum frá listanum í Eysturoynni.
Sí eisini: 1.169 leysar Sambands-atkvøður í Eysturoynni
Harvið er bert Helgi Abrahamsen eftir av teimum, sum fekk so mikið nógvar atkvøður, at hann hevur verið inni nú. Men beiggi hansara er ikki so stúrin um støðuna.
- Trý fólk, sum ofta hava verið á listanum, stilla ikki uppaftur, og soleiðis er tað. Hetta er ein størri útskifting enn kanska vanligt er, men maður kemur í mans stað, staðfestir Hans Kristian Abrahamsen.
Hetta arbeiðið er í gongd. Formaðurin í veljarafelagnum í Eysturoynni fær ikki sett nøkur nøvn á men sigur, at onkur av teimum í uppskoti eru sædd fyrr í politikki, meðan onnur eru nýggj í tí. Tað er tó einki konkret uppá pláss enn, sigur Hans Kristian Abrahamsen, men tað kann vera nokkso skjótt - Aðalfundur er eisini um eina viku.
Í Sambandsflokkinum hevur man ein fastan leist at stilla upp eftir. Neyðugt verður bert við almennum uppstillingfundi, um man ikki megnar at fylla listan. Vanligt eru eini 7-8 úr allari Eysturoynni, og tað væntar formaðurin í Samhald eisini til næsta val.
![]()
Hans Kristian Abrahamsen greiðir Portalinum frá, at har er ein uppstillingartilgongd í løtuni (Mynd: glasir.fo)
Tað var í gjár, at tað gjørdist alment, at Magnus Rasmussen gevst í politikki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald