Innanlands

Ónøktandi tilgongd og vantandi kunning í sambandi við broytingar í tilboðum hjá Almannaverkinum

Brekumboðið hevur gjørt sína fyrstu niðurstøðu. Har verður heitt á Almannaverkið og Almanna- og Heilsumálaráðið um at broyta mannagongdir

Tað er Eilif Magnusson Arge, sum er brekumboð í Føroyum. - Framferðin hjá Almanna og Heilsumálaráðnum og Almannaverkinum var ikki nøktandi

Tað er Eilif Magnusson Arge, sum er brekumboð í Føroyum. - Framferðin hjá Almanna og Heilsumálaráðnum og Almannaverkinum var ikki nøktandi

2026-02-19 14:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri stuttum fór Føroya fyrsta Brekumboð til verka, og nú hevur Brekumboðið gjørt sína fyrstu niðurstøðu.

Talan er um ein peikifingur móti Almannaverkinum og Almanna- og Heilsumálaráðnum. Hetta viðvíkjandi handfaringina av umskipan og flytingum av bú-og umlættingartilboðum hjá Almannaverkinum.

Tá uppskotið til Fíggjarlóg fyri 2026 varð lagt fram gjørdist greitt, at fleiri ætlaðar broytingar vóru í virkseminum innan bú- og umlættingartilboð hjá Almannaverkinum. Brekumboðið fekk fleiri fráboðanir um handfaringina av málinum.

Hetta verður kunnað um á brekumboð.fo.

- Í fráboðanunum varð dentur millum annað lagdur á eina ónøktandi tilgongd og væntandi kunning í samband broytingar og umskipan av tilboðum hjá Almannaverkinum. Brekumboðið hevur kunnað seg um málið hjá Almannaverkinum og hjá Almanna- og Heilsumálaráðnum.

Serlig viðurskifti

Almannaverkið sigur í svari til Brekumboðið, at borgarar vórðu ikki hoyrdir, tí Almannaverkið metti at málið varð fevnt av tagnarskyldu, og kunningin kundi ikki fremjast sum ætlað. Almanna og Heilsumálaráðið sigur í svari til Brekumboðið, at kunningin um umskipanina av misgáum kom út til almenningin við fíggjarlógaruppskotinum, áðrenn borgararnir og teirra avvarðandi vóru kunnaði.

Brekumboðið vísur á, at serlig viðurskifti eru galdandi, tá talan er um borgarar, ið bera brek.

Hetta 4.stk.3. í Brekrættindasáttmálanum hjá Sameindu Tjóðum staðfestir, at fólk, ið bera brek, skulu takast við uppá ráð, áðrenn avgerðir, ið viðvíkja teimum, verða tiknar.

Brekumboðið metir tí, at framferðin hjá Almanna og Heilsumálaráðnum og Almannaverkinum í mun til vantandi og rættstundis kunning av borgarum og avvarðandi, als ikki var nøktandi.

- Tískil heitir Brekumboðið á Almanna og Heilsumálaráðið og Almannaverkið at seta mannagongdir í verk, ið tryggja, at líknandi støður ikki endurtaka seg.

Sí niðurstøðuna her

Broytingarnar vórðu gjørdar sum partur av sparingum í samband við uppskotið til Fíggjarlóg 2026.

Tað er Eilif Magnusson Arge, sum er brekumboð í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder