Einki álit um Suðuroyartunniln er komið fyri tingið í dag. Ei heldur nakað um pensjónsmálið. Hesi málini hanga onkursvegna saman í politisku skipanini.
Framløga stóð sum tað síðsta á skránni í dag, men hóast vónin var at leggja álitini um Suðuroyartunnulin og pensjónsmálið fram, so vóru tey ikki á listanum.
Forkvinnan í Fíggjarnevndini segði við FM1 í gjár, at tað ikki var vist, at tað fór at eydnast at fáa alt liðugt við Suðuroyartunnlinum: Har er broytingaruppskot, tekniskir smálutir og annað.
Sí eisini: Eyðgunn Samuelsen: Satsa uppá at álitið um Suðuroyartunnilin verður lagt fram í annaðkvøld
Sum skilst fara landsstýrisfólk á fund nú, og væntað verður at bæði álitini verða løgd fram í morgin. Hetta er í øllum førum tað, sum vónin man vera hjá teimum flestu í samgonguni.
So er spurningurin, um semja er. Sum skilst er størri ivamál um undirtøkuna fyri pensjónsmálinum enn í málinum um Suðuroyartunnilin.
Tingfundur er ásettur til klokkan 11 í morgin - hetta verður gjørt heldur enn at bíða eftir teimum báðum nevndu álitunum, til tey møgulig vera klár einaferð í kvøld. Málini høvdu ikki komið fyri tingið fyrrenn í næstu viku, óansæð hvat.
![]()
Tingfundur í morgin (Mynd: logting.fo)
Meira úr Løgtinginum seinni
Dagført: 16.31
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald