Heldur ikki í ár bleiv tað ein føroyskur vinnari av Mr. Paradise. Karl Weihe, sum eisini var við í kappingini í fjør, vann heldur ikki í ár.
Tað gerst greitt í dagsins parti av Paradise Hotel, tá 23 ára gamli Rasmus Skov strýkur avstað við sigrinum frammanfyri nøsina av Karl Weihe.
- Eg eri skuffaður yvir at ikki at vinna Mr. Paradise. Eg føli, at tað er ein ómøgulig uppgáva at vinna Mr. Paradise tá tað faktiskt átti at verið tað nemmasta. So eg skilji ikki, hvat tær hugsa, tá tær velja Rasmus, segði ein ørkymlaður Karl Weihe.
Karl Weihe gjørdi annars nógv fyri, at hann skuldi standa eftir sum vinnari, men tað var bara ikki nóg mikið.
Les eisini: - Um eg ikki vinni Mr. Paradise er okkurt heilt galið
Teir fimm, sum dystaðu um heiðurin sum Mr. Paradise: Simon, Marius, Karl, VIktor, Rasmus og Andreas (Mynd: Viaplay)
Paradise Hotel er nú komið meira enn í helvt. Bæði Karl Weihe úr Sandavági og Teresa Ovenberg úr Havn eru framvegis við, og standa enn væl. Tað kann kortini vera so knappliga, at tey koma í vanda og verða tveitt út.
Paradise Hotel sæst á Viaplay og nýggir partar koma út týsdag, mikudag og hósdag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald