Innanlands

Nógvar umsóknir um stuðul til gransking

50 umsøkjarar søktu um slakar 59 milliónir krónur tilsamans

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-02-20 20:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá árliga freistin at søkja um stuðul til gransking og til arbeiðsmarknaðargransking var úti týsdagin 17. februar klokkan 12, vóru tilsamans 50 umsóknir um granskingarstuðul komnar inn, og tað er áleið tað sama sum í fjør.

Meira enn helmingurin av umsóknunum eru til ph.d.-verkætlanir. 35 verkætlanarleiðarar eru kvinnur, og 15 eru menn. Umsóknirnar eru javnt býttar á náttúruvísindi, heilsuvísindi og hug- og samfelagsvísindi. 41 verkætlanir eru staðsettar í Føroyum og níggju í øðrum londum, skrivar Granskingarráðið.

Tilsamans verður søkt um slakar 59 milliónir krónur Samlaði kostnaðurin av verkætlanunum er 151 milliónir krónur.

Løgtingið hevur játtað níggju milliónir krónur til stuðul til gransking í ár, og tð er tað sama sum í fjør.

Fíggingin til arbeiðsmarknaðargransking stavar frá fænum í Frítíðargrunninum. Upp til tríggjar eru tøkar til stuðul í ár.

Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar, síðani skulu útlendskir granskarar meta um vísindaligu góðskuna v.m. í umsóknunum. Faknevndin fyri stuðli til gransking tekur endaliga støðu til umsóknirnar, og umsøkjararnir kunnu vænta sær svar í seinasta lagi 1. juni, skrivar Granskingarráðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder