Innanlands

Nudlur afturkallaðar orsakað av bakterium

Heilsufrøðiliga starvsstovan ávarar um Korean Street Topokki, sum er selt í Føroyum

2026-02-20 15:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Megafood Aps afturkallar eitt slag av nudlum, sum eru seldar í føroyskum handlum orsakað av bakterium.

Talan er um Korean Street Topokki (sweet-spicy), sum er best fyri 13. februar, 10. mars og 15. apríl 2027, og sum hevur strikukotuna 8805957023964.

Bakterian bacillus cereus er funnin í nudlunum, og kann hon viðføra sjúkutekin so sum kvalma, spýggju, pínu í búkinum og leyst lív.

Vørurnar eiga at verða lætnar aftur, haðani tær eru keyptar ella beindar burtur, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder