Andrew Mountbatten-Windsor, beiggi Charles kong, sum varð handtikin hósmorgunin, er leyslatin aftur.
Eitt vitni sigur við tíðindastovuna Reuters, at fyrrverandi prinsurin varð leyslatin aftur í gjárkvøldið, og løgreglan í Thames Valley váttar, at ein maður í 60unum, sum varð handtikin eftir illgruna um embætismisnýtslu, er leyslatin aftur.
Løgreglan sigur, at hann er leyslatin men verður framvegis kannaður. Eisini sigur løgreglan, at kanningar teirra í Norfolk eru lidnar, skrivar Ritzau.
Málið snýr seg um, at Andrew Mountbatten-Windsor skal hava latið trúnaðarskjøl víðari til tann nú deyða kynsbrotsmannin, Jeffrey Epstein.
Les eisini: Charles kongur: - Lógin má ráða
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald