Í januar vóru 29.507 fólk í starvsfólkaskaranum í Føroyum, og tað eru 250 starvsfólk - ella 0,9 prosent - fleiri enn í januar í fjør, skrivar Hagstovan.
Góðir 14.900 menn og slakar 14.600 kvinnur vóru í starvsfólkaskaranum. Hetta eru 60 - ella 0,4 prosent - fleiri menn, og 190 - ella 1,3 prosent - fleiri kvinnur samanborið við sama mánað í fjør.
Lutfalsliga størsti vøksturin var í Sandoynni við 2,3 prosentum, meðan vøksturin í tali var størstur í Suðurstreymoy.
Tórshavnar kommuna átti størsta vøksturin
Sambært Hagstovuni átti Tórshavnar kommuna um 80 prosent av starvsfólkavøkstrinum, tá samanborið er við januar í fjør. Harumframt vaks talið á starvsfólkum serliga í Klaksvíkar kommunu, Sjóvar kommuna og Nes kommunu.
Starvsfólkatalið minkaði í fjúrtan av teimum 29 kommunum — mest í Kvívíkar og Vestmanna kommunu.
Miðallønin 2,6 prosent hægri
Í januar var ein góð milliard útgoldin í lønum. Mánaðarliga miðallønin fyri hvønn persón hendan mánaðin var 34.582 krónur, sum eru 2,6 prosent hægri samanborið við januar í fjør.
Kvinnur fingu 28.805 krónur í miðal, sum eru 28 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 39.983 krónur.
Samanborið við sama mánað árið fyri er útgoldna miðallønin vaksin við 2,8 prosentum hjá kvinnum og 2,5 prosentum hjá monnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald