2026-02-20 07:55
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevur fingið nýggja nevnd eftir aðalfundin 18. februar.
Fleiri nýggj andlit eru komin í nevndina, sum telur níggju fólk.
– Nýggja nevndin er longu farin til verka, og vit gleða okkum at arbeiða fyri einum frælsari, javnari og samhaldsfastari samfelagi, skrivar Suðurstreymoyar Javnaðarfelag í tíðindaskrivi.
Nýggja nevndin sær soleiðis út:
- Barbara Gaardlykke Apol, forkvinna
- Bente Kjær, næstforkvinna
- Ingilín D. Strøm, skrivari
- Hans Jacob Thomsen, kassameistari
- Barbara Djurhuus
Tiltakslimir eru:
- John av Reyni
- Marni Olsen
- Regin Ejdesgaard
- René Karbech Rasmussen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald