Innanlands

Tveir mans varðhaldsfongslaðir í fýra vikur

Menninir, sum eru skuldsettir fyri grovan harðskap, rán og fyri at seta eld á eini hús í Havn, vórðu grundlógaravhoyrdir í gjár

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-02-20 09:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Teir báðir menninir, sum vórðu grundlógaravhoyrdir í gjár í sambandi við eldin í Tróndargøtu mikukvøldið, eru varðhaldsfongslaðir í fyri vikur.

Tað veit Kringvarpið at siga í morgun.

Menninir eru skuldsettir fyri grovan harðskap, fyri eldáseting og rán.

Tað var mikukvøldið, at boðað varð frá eldi í einum húsum í Tróndargøtu í Havn. Ein maður var í húsunum, og hann varð fyri ógvusligum harðskapi, og siðani varð eldur eisini settur á.

Les eisini: Lupu á mann, settu eld á og rændu

Grundlógaravhoyringin er fyri afturlatnum hurðum. Menninir, sum eru skuldsettir í málinum, noktaðu seg sekar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder