Innanlands

Málini um Suðuroyartunnilin og pensjónsaldurin til aðru viðgerð mánadagin

Álitini eru júst løgd fram

Bæði álitini í samantvinnaðu málinum eru nú løgd fram (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Bæði álitini í samantvinnaðu málinum eru nú løgd fram (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-02-20 11:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan ellivu var ein stuttur tingfundur á skránni. Bert framløga var á skránni, og tvey nógv umrødd mál koma nú úr nevnd.

Talan er um málið um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum, og uppskotið um broyting av pensjónsaldrunum.

Málini kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Løgtinginum

Álitini eru gjørd, og eftir tógvið stríð hesa vikuna løgd fram.

Hoyr eisini: - Málini um Suðuroyartunnilin og pensjónsaldurin væntandi løgd fram fríggjadagin

Bjørt Samuelsen, tingforkvinna, boðaði frá, at 2. viðgerð av báðum málum kemur fyri mánadagin 23. februar. 

Tingfundurin byrjar klokkan 09.30, og er hann í dag ásettur. Pensjónsmálið kemur fyri áðrenn.

Sum skilst verða 3. viðgerðirnar mikudagin 25. februar, men tað veldst um, hvat hendir tíðliga í næstu viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder