Innanlands

Tekur støðu í tingsalinum

Meirilutin í Trivnaðarnevndini, sum umboðar andstøðuna, mælir frá at samtykkja uppskotið um at hækka pensjónsaldurin, og ein minniluti, tvey umboð úr Javnaðarflokkinum tekur undir við uppskotinum

Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-20 11:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Álitið um uppskotið um at hækka pensjónsaldurin varð lagt fram fyrrapartin, og Trivnaðarnevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin - Jørgen Niclasen, Árni Skaale úr Fólkaflokkinum, Johan Dahl, og Kaj Leo Holm Johannesen úr Sambandsflokkinum mæla frá at samtykkja uppskotið.

Ein minniluti - Hans Jacob Thomsen og Súsanna Bertholdsen úr Javnaðarflokkinum - tekur undir við uppskotinum.

Hin minnilutin er Liljan Weihe úr Tjóðveldi, og hon tekur støðu í tingsalinum.

Málið fer til 2. viðgerð á tingfundinum, sum byrjar mánadagin klokkan 9.30.

Les eisini: Málini um Suðuroyartunnilin og pensjónsaldurin til aðru viðgerð mánadagin

Andstøðan tekur ikki undir við uppskotinum, og tað merkir, at atkvøða bert tveir samgongulimir ímóti uppskotinum, fellur málið.

Dagførd kl. 11.52

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder