Innanlands

Breið undirtøka fyri Suðuroyartunnlinum

Álit lagt fram: Hóast nógv ivamál verða lýst, so sær út til at breið undirtøka er í tinginum at samtykkja uppskotið hjá landsstýrinum um at fara undir at projektera undirsjóvartunnil úr Djúpadali til Sandvíkar

Løgmaður hevur eftir øllum at døma meirilutan aftan fyri seg tá tað snýr seg um at fara í gongd við suðuroyartunnilin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Løgmaður hevur eftir øllum at døma meirilutan aftan fyri seg tá tað snýr seg um at fara í gongd við suðuroyartunnilin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-20 12:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Loksins varð álitið hjá fíggjarnevnd Løgtingsins um suðuroyatunnilin lagt fram í dag.

Málið kemur til aðru viðgerð, og harvið fyrru av tveimum atkvøðugreiðslum, á tingfundinum mánadagin.

Og hóast álitið er drúgt, 28 síður, og fleiri ivamál verða lýst, so sær út til at tað er breið semja um at taka undir við uppskotinum hjá landsstýrinum.

Álitið sæst her

Fíggjarnevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og tríggjar minnilutar.

Mæla til at broyta vegaføring

Meirilutin er samgongutinglimirnir, Eyðgunn Samuelsen og Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum, Dennis Holm úr Tjóðveldi og Hanna Jensen úr Framsókn.

Í teirra drúgva áliti verður víst á ymisk ivamál. Viðvíkjandi vegaføringini mæla tey til, at farleiðin eystan fyri Sandsvatn skal liggja longur burtur frá vatninum, enn núverandi uppskot  og at flyta íbindingina frá Stóravetni í Djúpadali til økið norður-eystan fyri Lítlavatn.

Í Suðuroy verður mælt til at vegaføringin í Sandvík og Hvalba verður gjørd í samstarvi við náttúrufyrisitingina hjá Umhvørvisstovuni og Hvalbiar kommunu.

Hartil verður mælt til, at hugsað verður um førleikamenninging av føroyskum fyritøkum og arbeiðsmegi verður hugsað inn, tá tunnilin verður boðin út.

Meirilutin hevur eitt broytingaruppskot til upprunaliga lógaruppskotið, sum songur út upp á, at “staðseting av arbeiðsøkjum og avlopsgróti fyrireikast og prosjekterast í samráð við náttúrufyrisitingina hjá Umhvørvisstovuni”.

Hanna Jensen úr Framsókn hevur eisini sínar egnu, drúgvu, viðmerkingar.

Bert Sambandsflokkurin vísir á 'múlaloysnina'

Eisini Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum hevur sínar egnu viðmerkingar, men tekur undir við uppskotinum.

Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum, er tann einasti, sum ikki tekur beinleiðis undir við uppskotinum hjá landsstýrinum.

Hann leggur fram eitt broytingaruppskot um at broyta linjuføringina soleiðis, at “undirsjóvartunnilsmunnin verður norðan fyri Sands bygd ístaðinfyri Djúpadal, og farið verður sostatt beina leið frá verandi vegi í Traðardali niður í undirsjóvartunnilin norðanfyri Sands bygd”.

Annars sigur Magnus Rasmussen seg taka undir við uppskotinum. Tað kann merkja, at Sambandsflokkurin, um teirra broytingaruppskot verður felt, fer við samgonguni og Fólkaflokkinum og atkvøður fyri uppskotinum.

'Ræðuleikans uppskot' skuggar fyri Miðflokkinum

Síðsti minnilutin er Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, sum sigur seg taka støðu í løgtingssalinum.

Minnilutaálitið vísir á nøkur ivamál viðvíkjandi tunnlinum, men tekur ikki støðu til sjálvt tunnilsmálið.

Hinvegin er tað løgmaður og málið um fosturtøku, sum víst verður á, har løgmaður verður skuldsettur fyri at hava ‘undirgrivið stýrisskipanarlógina’ og ‘kroyst ræðuleikans uppskot gjøgnum løgtingið’, sum verður drigið fram.

Hetta kundi týtt upp á, at annar ella báðir tinglimirnir í flokkinum, helst fara at atkvøða blankt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder