Reinhaldið hjá Tórshavnar kommunu hevur fingið tveir nýggjar sonevndar feiibilar, og fyri fyrstu ferð er talan um elektriskar feiibilar.
Annar av elbilunum skal vera í Havn, og hin skal vera í Kollafirði.
Kommunan hevur havt seks feiibilar – tríggjar stjórar og tríggjar minni – og teir hava allir verið diesel. Nú tveir nýggir minni el-feiibilar eru komnir, verður ein av teimum gomlu minnu bilunum tikin úr nýtslu.
Sostatt verður samlaða talið av feiibilum í Havn framvegis seks, men nú er ein av teimum elrikin. Harumframt kemur so ein nýggjur el-feiibilur at vera í Kollafirði burturav.
Nýggju bilarnir eru meira framkomnir enn gomlu diesel-bilarnir og kunnu millum annað eisini taka upp úr vegbrunnum, sum kemur væl við, til dømis tá ristir fram við vegnum eru tiptar.
Feiibilarnir hjá kommununi eru í gongd hvønn dag, eisini um vikuskiftið, og sum oftast verður byrjað tíðliga á morgni, áðrenn býurin er vaknaður.
Nýggju bilarnir kunnu koyra umleið átta tímar upp á eina løðing, og teir verða mettir at hava 10 ára livitíð.
Bilarnir, sum eru av slagnum Rasko Lynx, eru gjørdir í Kroatia. Kommunan hevur keypt bilarnar frá MBM. Kostnaðurin er umleið 1,8 mió. krónur fyri hvønn.
Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald