Innanlands

Kunningarkvøld á Glasi um útbúgvingarmøguleikar

Mánadagin 23. februar verður høvi at kunna seg um útbúgvingarnar á Glasi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-02-22 17:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tey, sum nú skulu velja útbúgving eftir fólkaskúla, kunnu mánadagin 23. februar hoyra nærri um útbúgvingarmøguleikarnar á Glasi.

Tá verður skipað fyri kunningarkvøldi á skúlanum frá kl. 19 til 21, har kunnað verður um breytir og leiðir á gymnasialum miðnámi og yrkisnámi.

Greitt verður frá skúlagongdini á Glasi. Næmingatænastan og lestrarvegleiðingin verður til staðar at svara spurningum. Eisini verða innsløg og ein kaffimuður at fáa.

Møguleiki verður at vitja runt á skúlanum, t.d. á verkstøðunum á Glasi.

Skrá:

Kl. 19:00 – 19:30 Kunning og innsløg í Atrium

Kl. 19:30 – 19:45 Kaffisteðgur í kantinuni

Kl. 19:45 – 20:15 Fyrsta runda (fólk kunnu fara runt í bygninginum at kunna seg um ymiskar útbúgvingarmøguleikar)

Kl. 20:15 – 20:30 Kaffisteðgur í kantinuni

Kl. 20:30 – 21:00 Onnur runda (fólk kunnu fara runt í bygninginum at kunna seg um ymiskar útbúgvingarmøguleikar)

Glasir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder