Í gjár sást hon vera hugtikin av spíunum í Hoydølum, sum tulkaðu nakrar av fráílku sangum hennara.
Sí eisini: Video: Sophilia og hini hugtóku Eivør
Seinni í ár skal fremsta songkvinna føroyinga sum vanligt framføra í alskyns londum.
Fyrst verður á konsertferð frá mitt í mars til 5. apríl - sum byrjar í størsta nýsælendska býnum, Auckland, og sum endar í Grikklandi. Á vegnum verða Eivør og restina av føroysku manniingini at hoyra og sígga í Avstralia (fleiri býum), Tailandi (Bangkok) og Dubai (Emiríkjunum).
Sì skránna hjá Eivør fyri árið higartil her
Í var og tíðliga í summar, skal Eivør til Fraklands og Noreg, áðrenn stór konsertferð byrjar 31. juli í Ungarn. Siðani gongur leiðin til níggju onnur evropeisk lond. her ímillum Stórabretland og Slovenia. Flestu av konsertunum verða í Týsklandi.
Hendan skráin varð kunngjørd mikudagin og sæst niðanfyri:
![]()
![]()
Eivør sæst her koma aftur til røturnar - á G! Festivalinum í 2024 (Mynd: Jens Kr. Vang)
100 prosent føroysk framleiðsla
Tá Eivør Pálsdóttir fer á pall, er tað saman við trimum øðum føroyingum: Mikael Blak, Per Ingvaldi Højgaard Petersen og Mattiasi Kapnas - síðstnevndi kom til Føroya sum smábarn.
Ljóð og ljósfólk eru eisini føroysk: Theodor Kapnas ger ljóð, og Egil Barclay Høgenni Hansen ger ljós.
![]()
Mattias Kapnas á pallinum á G! festivalinum (Mynd: Jens Kr. Vang)
Hesi ferðast til nógv lond og framføra á sín serstaka hátt. Helst verða Eivør og tey uppaftur meira at hoyra í ár, enn tað sum stendur á skránni - og vónandi eitt sindur í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald