Innanlands

– Arbeiðið er ikki liðugt

Anna Falkenberg váttar, at hon stillar uppaftur á næsta fólkatingsvali og vísir aftur, at hon ætlar sær at bjóða formanninum í Sambandsflokkinum av

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin (Savnsmynd)

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin (Savnsmynd)

2026-02-20 14:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Anna Falkenberg, sum hevur umboðað Sambandsflokkin á fólkatingi hetta seinasta valskeiðið stillar uppaftur á næsta fólkatingsvali.

Tað boðar hon frá á Facebook seinnapartin.

– Tey seinastu árini hava verið sera spennandi og avbjóðandi. Vit hava framt nógv munagóð úrslit og fleiri mál eru enn í gongd. Arbeiðið er sostatt ikki liðugt.
Tí er svarið: ja, eg stilli upp, skrivar fólkatingskvinnan m.a.

Í dagføring á Facebook avsannar hon eisini søgur um, at hon fer at bjóða formanninum í Sambandsflokkinum, Bárði á Steig Nielsen av.

Tað var í einum leiðara á Norðlýsinum, sum snúði seg um støðuna í Sambandsflokkinum, at "óváttað tíðindi" vóru nevnd um, at Anna Falkenberg møguliga fór at bjóða formanninum av.

Fólkatingskvinnan vísir tó aftur, at hon skal hava ætlanir um at bjóða Bárði á Steig Nielsen av.

– Bárður á Steig Nielsen ger eitt gott arbeiði sum formaður floksins, og vit hava eitt gott samstarv. Eg havi onga orsøk at halda, at formaðurin skal skiftast út, og Bárður á Steig Nielsen hevur mín fulla stuðul sum formaður, skrivar Anna Falkenberg.

Anna Falkenberg vald á fólkating við 2.971 persónligum atkvøðum á fólkatingsvalinum 31. oktober 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder