- Vit arbeiða framvegis við ætlanini at byggja Eirargarð 2 um til bústaðir hjá lesandi at leiga, og málið er framvegis, at íbúðirnar ikki skulu kosta meira enn 3.500 um mánaðin at leiga.
Soleiðis sigur Jógvan Ósá, stjóri á Bústøðum, ið skal standa fyri umbyggingini og útleigingini. Men hann leggur afturat:
- Men um vit klára at gera arbeiðið so bíligt, at kostnaðurin ikki fer upp um 3.500 krónur, er framvegis ein ivaspurningur.
Jógvan Ósá, stjóri í Bústøðum (Skíggjamynd: KvF)
Tað er komið fram, at umbyggingin av Eirargarði 2, ið upprunaliga var innrættaður sum næmingaíbúðir til sjúkrasystranæmingar, verður hildið at gerast nógv meira umfatandi enn upprunaliga mett.
Jógvan Ósá sigur, at fyrr enn tilboðini eru komin inn frá arbeiðstakarunum um umbyggingina, ber ikki til at siga, hvat kostnaðurin verður og harvið eisini leigukostnaðurin.
Hetta hevur hann eisini sagt við Kringvarpið fyrr í vikuni.
Men í dag varð eitt skriv lagt út á heimasíðuna hjá Almanna- og heilsumálaráðnum, sum lættliga kundi fatast sum um, at ongar forðingar eru fyri at kunna innrætta stóra bygningin til ódýrar lestraríbúðir.
Eitt nú verður landsstýriskvinnan, Margit Stórá, endurgivin fyri at siga: “Ætlanin er at gera so fáar umvælingar sum gjørligt – tó nóg mikið til, at bygningurin verður tryggur og hóskandi hjá lesandi at búgva í. Soleiðis verður byggikostnaðurin hildin niðri. Hetta tryggjar eina so lága húsaleigu sum gjørligt.”
Eisini verður sagt á heimasíðuni hjá ráðnum: Eirargarður 2 varð upprunaliga bygdur til sjúkrarøktarfrøðilesandi at búgva í. Grundleggjandi er bygningurin í góðum standi, og kann við avmarkaðum umvælingum gerast hóskandi til lesandi at flyta inn í skjótast gjørligt.
- Projektið er tað sama
Sambært stjóranum í Bústøðum er projektið ikki broytt til at vera eitt meira barberað projekt, enn tað upprunaliga var.
- Vit fara nú undir at finna møguligar arbeiðstakarar, ið kunnu átaka sær uppgávuna, og so senda arbeiðið út til innbodna lisitasjón. Tá vit so kenna prísin fara vit so at rokna uppá, hvussu tað kann gerast, um okkurt arbeiði kann bíða til seinni, hóast tað allarbesta var, at alt var gjørt um eina leið, greiðir Jógvan Ósá, stjóri í Bústøðum frá.
Hann sigur, at tá hetta er komið upp á pláss, verður roknað við at arbeiðið fer at taka umleið 12 mánaðir.
Ein óvissa er tó hvussu langa tíð kommunan fer at brúka til at fáa endaliga byggiloyvið upp á pláss. Bústaðir hava sent kommununi eina umsókn um undangóðkenning av ætlanini, men endaliga byggiloyvið skal latast arbeiðstakaranum, tá hetta er komið upp á pláss.
Stjórin í Bústøðum slær fast, at tað er staðfest, at bygningurin treingir til eina umfatandi umvæling, sum eitt nú inniber at hann skal klæðast um av nýggjum og hava nýggj vindeygu. Tað ber til at bíða við hesum, men hetta arbeiðið skal undir øllum umstøðum gerast innan fyri tey komandi 10 árini, og stóð tað upp til hansara, hevði tað verið allarbest, um alt kundi verið gjørt áðrenn tey lesandi fluttu inn í Eirargarð 2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald