2026-02-21 09:19
Seinnapartin í gjár var eitt ferðsluóhapp á Marknagilsvegnum í Havn, har ein bilur rendi í afturpartin av einum øðrum bili.
Grundgevingin hjá bilføraranum, sum rendi á var, at hann varð blindaður av sólini, sum stóð so lágt, og tí varnaðist hann ikki, at bilurin frammanfyri hevði bremsað.
Bilførarin, sum rendi á, fær bót og klipp í koyrikortið fyri ikki at hava hildið neyðugu frástøðuna, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Lagt verður afturat, at eingin fólkaskaði var, og bilarnir fingu heldur ikki nógvan skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald