Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur skrivað undir kunngerð um at leggja tíggju prosent í tolli á vørur, sum verða innfluttar til USA úr øllum øðrum londum.
Tað boðaði hann sjálvur frá á sínum egna sosiala miðli, Truth Social í nátt okkara tíð.
Ávísur heilivágur, mineralir og landbúnaðarvørur er tó undantiknar, skrivar Ritzau.
Tollurin kemur í gildi týsdagin 24. februar og verður galdandi í 150 dagar.
Á tíðindafundi fríggjadagin hevði Trump boðað frá ætlanum sínum um at áseta tíggju prosent í tolli á vørur úr øllum londum, eftir at amerikanski hægrirætturin avgjørdi, at revsitollurin, sum Trump ásetti í fjør, var ólógligur.
Í fjør brúkti Trump lógina International Emergency Economic Powers (IEEPA), sum er gjørd til neyðstøður. Hægstirætturin metti tó ikki, at lógin gevur forsetanum heimild at áseta hægri tollgjøld.
Trump segði tó fríggjadagin, at aðrir møguleikar vóru fyri at leggja toll á útlendskar vørur. Sipað verður til eina lóg, sum gevur Trump møguleika at leggja upp í 15 prosent toll í upp í 150 dagar, um stjórir trupulleikar eru við gjaldsjavnanum. Hetta er tó ikki galdandi fyri allar vørur.
Er vónbrotin av avgerðini
Amerikanski forsetin er ikki samdur í avgerðini hjá hægstarættinum.
Um avgerðina sigur Trump m.a., at hon er "sera skuffandi", og skammast hann av "ávísum limum" í hægstarættinum.
Avgerðin hjá hægstarætti segði einki um, hvat fer at henda við pengunum, sum longu eru kravdir inn í tolli, sigur Trump, sum leggur afturat, at tað fer helst at taka fleiri ár, áðrenn ein avgerð um hetta er komin ígjøgnum rættarskipanini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald