Talið á avlýsingum á norsku strandfararutunum meira enn fýrafaldaðist í fjør, og høvuðsorsøkin er manningartrot, tí lønirnar eru ov lágar og arbeiðssømdirnar ov vánaligar. Hetta kann skjótt eisini gerast støðan í Føroyum, um politikararnir ikki vakna, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum.
- Eg veit, at tað onkuntíð hevur verið um reppið, at Strandferðslan hevur verið noydd at avlýst túrar, tí tað hevur staðið so nógv á at manna okkurt skip í samsvari við trygdarkrøvini. Tað er bara ein spurningur um tíð, til tað hendir, og at tað eisini gerst gerandiskostur her, eins og tað er blivið í Norra, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.
Norsku tølini vísa, at í rutusiglingini, sum norski staturin hevur ábyrgdina av, øktist talið á avlýsingum við ikki minni enn 420 prosentum í fjør í mun til í fyrraárið. Norsku fylkini varða eisini av ferjusambondum, og har gerst somuleiðis alsamt títtari millum avlýsingarnar.
Tað er manningartrot, sum er orsøkin til nógv tær flestu avlýsingarnar, og hóast sjóvegis ferðafólkaflutningurin í Noregi er øðrvísi, er orsøkin til manningartrotið í grundleggjandi tann sama sum her; at lønir og arbeiðssømdir eru fullkomiliga afturúrsigld í mun til tey starvsøkini, sum kappast við ferjurnar um manningarnar, sigur Arnfinn Bech í tíðindaskrivi hjá Maskinmeistarafelagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald