2026-02-21 14:39
Um middagsleitið var eitt ferðsluóhapp við R.C. Effersøes gøtu í Havn, har tveir bilar rendu saman.
Ein bilur, sum kom koyrandi eftir Gundadalsvegnum koyrdi út fyri hin bilin, sum kom koyrandi eftir R.C. Effersøes gøtu, og tann fyrri bilførarin er skuldsettur fyri ikki at halda víkiskylduna, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum, men har var nakað av materiellum skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald