Uttanlands

Kanning: 60 prosent av norska fólkinum stuðlar kongshúsinum

Fyri einum mánað síðani var undirtøka millum 70 prosent av norðmonnum

Harald kongur av Noregi (Mynd: EPA)

Harald kongur av Noregi (Mynd: EPA)

2026-02-22 16:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Undirtøkan millum norðmenn fyri norska kongshúsinum er minkandi.

Fyri einum mánað síðan stuðlaðu 70 prosent av norska fólkinum kongshúsið. Tvær vikur seinni var undirtøkan minkað niður í 66 prosent, og seinasta kanningin, sum varð gjørd leygardagin, vísti, at undirtøkan aftur var minkað niður í 60 prosent.

Kanningin er gjørd av Norstat fyri norska kringvarpið NRK, sum skrivar, at talan er um metlága undirtøku. 1.009 fólk luttóku í kanningini, sum varð gjørd í døgunum 17. til 19. februar.

Tað er eftir ølllum at døma 89 ára gamli Harald kongur, sum er orsøkin til, at undirtøkan framvegis er so høg, skrivar Ritzau.

Tá luttakarar í kanningini vórðu bidnir um at geva limum í kongshúsinum karakter frá 1 til 10 útfrá, hvussu væl teir umboða kongshúsið, fekk norski kongurin 9,2.

Haakon krúnprinsur fekk 7,9, meðan Mette-Marit krúnprinsessa fekk 3,7. Í kanning fyri hálvumøðrum ári síðani fekk krúnprinsessan 7,4.

Seinastu tíðina hevur norska kongshúsið verið undir stórum trýsti, eftir at tað er komið fram, at krúnprinsessan hevði samband við kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein, og sonur hennara, Marius Borg Høiby er ákærdur fyri fleiri neyðtøkur harðskap, ágang og hóttanir.

Rættarmálið móti Marius Borg Høiby skal eftir ætlan vara fram til 13. mars.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder