Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur fleiri ferðir seinasta árið tosað um at yvirtaka Grønland, og nú hevur enn einaferð vakt ans við nýggjari útsøgn um Grønland.
Í nátt okkara tíð skrivaði hann á sín egna sosiala miðil, Truth Social, at eitt amerikanskt sjúkrahússkip er ávegis til Grønlands, sum skal taka sær av "teimum mongu sjúku, sum ikki fáa neyðugu viðgerðina har".
Sambært Trump verður hetta gjørt í samstarvi við Jeff Landry, guvernørur í Louisiana og serligt amerikanskt sendifólk til Grønlands. Landry váttar hetta á sosiala miðlinum X.
Eisini hevur Trump deilt eina mynd, sum er gjørd við vitlíki, av einum sjúkrahússkipi við einum amerikonskum flaggi.
![]()
(Skíggjamynd/Truth Social)
Danski verjumálaraðharrin, Troels Lund Poulsen segði í morgun í útvarpssendingini P1 Morgen, at Danmark ikki er kunnað um, at nakað sjúkrahússkip skal vera ávegis til Grønland.
Hann leggur afturat, sambært Ritzau, at grønlendingar fáa ta viðgerðina, teir hava tørv á, og er tørvur á serligari viðgerð, fáa teir hana í Danmark.
Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen skrivar í dagføring á Facebook, at hon fegnast um at búgva í einum landi, har øll hava atgongd til ókeypis sjúkraviðgerð, og at støðan er tann sama í Grønlandi. Hon nevnir einki um Trump ella fráboðan hansara um sjúkrahússkipið.
Sambært DR hevur USA tvey sjúkrahússkip - USNS MERCY og USNS COMFORT - bæði skip liggja tó við bryggju í Alabama.
Fráboðanin hjá Trump kemur, eftir at ein av manningini á einum amerikonskum kavbáti út fyri grønlendska høvuðsstaðin Nuuk varð fluttur á sjúkrahús leygardagin.
Persónurin, sum varð fluttur við tyrlu av Arktisk Kommando í Grønlandi, hevði bráðfeingis tørv á læknahjálp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald