Hósdagin varð nýggj amnestilóg samtykt í Venesuela, og um vikuskiftið eru hundraðtals politiskir fangar longu leyslatnir.
Tey, sum kunnu fáa amnesti sambært nýggju lógini eru fólk, sum eru fongslað fyri at haav luttikið í politiskum mótmælum og harðskap undir eini stuttari kvettroynd í 2002 móti táverandi leiðaranum Hugo Chávez, skrivar Ritzau.
Lógin fevnir eisini um ávís tíðarskeið í 2004, 2007, 2009, 2013, 2014, 2017, 2019, 2023, 2024, og 2025.
Fólk, sum eru dømd í sambandi við hernaðarligan uppreistur í 2019, kunnu tó ikki verða leyslatnir. Heldur ikki persónar, sum eru dømdir fyri mannarættindabrot, krígsbrotsverk, dráp, rúsevnahandil og mutur.
Mannarættindafelagsskapir hava funnist at lógini fyri ikki at vera nóg umfatandi.
Í sambandi við nýggju amnestilógina hevur Venesuela fingið yvir 1.550 umbønir, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald