Uttanlands

Merz fer at tosa við Trump um toll

Í mars fer týski samveldiskanslaran til Washington D.C. at umboða sjónarmiðini hjá ES viðvíkjandi tollinum hjá amerikanska forsetanum

Týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz (Mynd: EPA)

Týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz (Mynd: EPA)

2026-02-22 13:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í næstum fer týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz til Washington D.C. at tosa við amerikanska forsetan, Donald Trump um toll.

Merz fer eftir ætlan til amerikanska høvuðsstaðin fyrst í mars, og tá fer hann at umboða alt ES.

– Vit fara at hava eina greiða evropeiska støðu um hetta, tí tollpolitikkur er eitt mál fyri Evropasamveldið og ikki fyri einstøku limalondini, sigur Merz sambært Ritzau.

Fríggjadagin boðaði Trump frá, at hann fór at leggja 10 prosent í tolli á vørur úr øllum londum, og um vikuskiftið hevur hann hækkað tollin úr 10 upp í 15 prosent.

Hetta var eftir, at amerikanski hægstirætturin kom til ta niðurstøðu, at tollurin, sum kom í gildi í fjør var ólógligur, og roynir Trump nú á annan hátt at leggja toll á innfluttar vørur.

Týski samveldiskanslarin fer undir vitjan síni í Washington D.C. at gera eina roynd at sannføra Trump um, at tollurin ikki bert fær avleiðingar fyri handilsfelagar hjá USA men fyri øll.

Tað er ógreitt, hvat hendir við pengunum, sum longu eru kravdir inn í tolli. Fleiri demokratiskir politikarar í USA hava kravt, at tollurin - sum hægstirætturin nú hevur staðfest var ólógligur - verður afturgoldin.

Les eisini: Trump hækkar tollin til 15 prosent


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder