Innanlands

- Ímóti øllum tí sum Javnaðarflokkurin átti at staðið fyri

Verkafólk siga, at løgmaður hevur gjørt ein politiskan rossahandil við Ruth Vang, fíggjarmálaráðharra

2026-02-22 21:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Løgmaður hevur gjørt ein politiskan rossahandil við Ruth Vang, fíggjarmálaráðharra, sum gongur beint ímóti øllum tí, sum Javnaðarflokkurin átti at staðið fyri. Verkafólk skulu vera longri á arbeiðsmarknaðinum, so ein tunnil kann gerast.

Tað siga Verkafólk, seks fakfeløg, í felags fráboðan í kvøld, nú málini um at hækka pensjónsaldurin og Suðuroyartunnilin koma til aðru viðgerð í løgtinginum mánadagin.

- Tveir av trimum flokkum í samgonguni siga seg annars umboða verkafólkið, og løgmansflokkurin varð stovnaður av júst arbeiðarafeløgunum, siga tey.

- Tingfundurin í morgin verður avgerðandi fyri, um vit í Føroyum hava nakran flokk, sum umboðar verkafólkið. Tingfólk nýtast ikki at lata seg binda av ivasomu avtalunum, sum løgmaður og leiðslan í landsstýrinum ger. Tingfólk eru einans bundin av síni sannføring. Í morgin fáa tit í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi høvi at vísa, hvørji tit eru, og hvat tit standa fyri, skriva tey fakfeløgini sum umboða verkafólk.

Les alt skrivið á lesarin.fo her

Les eisini: Pensjónsmálið kemur fyrst fyri - kann avgera lagnuna hjá Suðuroyartunlinum og samgonguni

Tingfundurin byrjar klokkan 09.30 mánadagin. Portalurin og FM1 fara at hava ymiskt tilfar úr tinginum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder