Tvøroyrar býráð heitir staðiliga á allar løgtingslimir um at atkvøða fyri uppskotinum um Suðuroyartunnilin, sum kemur til 2. viðgerð í dag.
Á temadegi leygardagin 21. februar umrøddi Tvøroyrar býráð ætlanina um Suðuroyartunnilin, og vónin er, at ein stórur meiriluti fer at siga "ja" til ein Suðuroyartunnil, skrivar Tvøroyrar býráð í skrivi, sum varð sent miðlunum sunnudagin.
– Við hesum vil Tvøroyrar býráð bera fram eina greiða og staðiliga áheitan á Løgtingið um at taka boðskapin frá borgarafundinum í SALT 16. februar í størsta álvara — serliga tann boðskap, sum kom frá unga ættarliðnum. Har varð greitt víst á, hvussu átrokandi støðan er í Suðuroynni, og hvussu avgerandi tað er fyri framtíðina hjá suðuroyingum, at Løgtingið nú tekur ábyrgd og samtykkir ta fyriliggjandi ætlanina um Suðuroyartunnil.
– Suðuroyartunnilin er ikki bert ein samferðsluverkætlan, men ein grundleggjandi framtíðaríløga í javnbjóðis møguleikar, búseting, vinnumenning og lívskor í Føroyum. Við tunlinum verður Suðuroyggin knýtt tættari at meginøkinum, og eitt týdningarmikið stig verður tikið móti javnari atgongd til menning, útbúgving og tænastuveiting fyri øll, sum búgva í landinum, siga býráðslimirnir í Tvøroyrar kommunu.
– Tvøroyrar býráð heitir tí staðiliga á allar løgtingslimir um at vísa dirvi, framskygni og ábyrgd, og atkvøða JA til ta mest týðandi framtíðaravgerðina fyri suðuroyingar og føroyingar: at knýta Suðuroynna at Føroyum og harvið birta vón fyri framtíðini hjá unga ættarliðnum í Suðuroynni, so tey fáa javnbjóðis møguleikar við javnaldrar sínar í Føroyum.
Uppskotið um Suðuroyartunnilin kemur til 2. viðgerð á tingfundinum í dag.
Tingfundurin byrjar klokkan 09.30. Portalurin og FM1 fara at hava ymiskt tilfar úr tinginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald