At málini um Suðuroyartunnilin og pensjónsaldurin verða tvinnað saman er at taka arbeiðsfjøldina sum gísla.
Tað heldur formaðurin í Sjálvstýri, Sámal Petur í Grund.
Í skrivi, sum er sent miðlunum, sigur Sámal Petur í Grund, at Sjálvstýrið tekur frástøðu frá "óunniligu mannagongdini, har Suðuroyartunnilin og hækkanin í pensjónsaldrinum verða tvinnað saman".
Flokkurin tekur undir við, at fortreytinar fyri einum Suðuroyartunli verða kannaðar, men tekur als ikki undir við, at pensjónsaldurin verður hækkaður, sigur hann.
– At taka arbeiðarafjøldina sum gísla, fyri at taka undir við Suðuroyartunlinum er ikki bara heilt við síðuna av, men beinleiðis ómenniskjansligt og óføroyskt!
Fyrrapartin verður tingfundur, har bæði málið um Suðuroyartunnilin og hækkan av pensjónsaldrinum skulu til 2. viðgerð.
Tingfundurin byrjar klokkan 09.30. Portalurin og FM1 fara at hava ymiskt tilfar úr tinginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald