- Har er peningur játtaður, men arbeiði við ferjuleguni hevur als ikki veið nóg gott, og man burdi politiskt hugsa aðrar vegir.
Hetta var ein av niðurstøðunum hjá Bjørn Kalsø í politisku kjaksendingini á FM1 fríggjadagin.
Evnið var Kalsoyarleiðin, sum kjakast hevur verið eitt sindur um seinastu tíðina. Arbeiðið við ferjuleguni á Syðradali síðsta summar eydnaðist ikki serliga væl; ætlanin er, at ein væl størri ferja enn Sam skal hava møguleika at leggja at har.
Hetta er tó ein trupulleiki, og bíðað verður nú eftir einari nýggjari kostnaðarmeting fyri broytingar á ferjuleguni og fyri nýggja ferjulegu.
Ruth Vang er landsstýriskvinna við fíggjarmálum og samferðslumálum - tað seinna yvirtók hon 1. desember 2025. Í sendingini avdúkaði landsstýriskvinnan, at tað ikki er greitt, nær metingin kemur, men um hon er ov høg, so kann man ikki við vissu vísa aftur, at hugt verður eftir øðrum loysnum. Tað vil siga millum annað ein tunnil.
![]()
Ruth Vang, landsstýriskvinna í samferðslumálum (Mynd: Sverri Egholm)
Har hevur Bjørn Kalsø nakrar ferðir seinasta stóra hálva árið víst á, at ein tunnil frá Borðoynni kann verða ein møguleiki - tann betri møguleikin í mun til eina nýggja ferju. Hesin skal vera á umleið fýra kilometrar við einum kostnaði á umleið 600 milliónir krónur.
- Peningur er longu settur av til farleiðina fleiri ár fram. Men við hesum kann man spara nógv yvir tíð, ti ein nýggj ferja, manning, ábøtur á ferjuleguna og annað kosta meira árliga.
Fyrrverandi politikkarin hjá Sambandsflokkinum viðgongur, at hetta ikki eru endalig tøl - at tey kunnu gerast hægri - men at hann og onnur hava kannað møguleikarnar. Sjálv ætlanin er serliga bygt á hana, sum varð kannað, áðrenn Norðoyatunnilin varð gjørdur. Har var uppá tal, at knýta Kalsoynna uppí.
Ruth Vang vísti á avbjóðingina við mongu íløgunum: - Vit megna ikki eina millard árliga. Lyklaorðið er raðfesting. Slíkt hevur ikki verið nøktandi á samfeðsluøkinum, heldur hon.
- Har eru nógvar bygdir, sum skulu hava betri raðfesting. Vit noðyast, saman í poltisku skipanini, at hyggja eftir, hvussu taðfestast skal. Vit nýta nógvar pengar, sum nú er, uppá samferðslu. Men tað haltar í mun til flota og viðlíkahald.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald