Teir báðir menninir, sum sunnunáttina vórðu handtiknir fyri at hava framt herverk á bilar í miðbýnum í Havn, eru nú skuldsettir fyri herverk á tríggjar bilar, og fyri brot á skilhaldsreglurnar, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Eisini verður helst eitt krav um endurgjald, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at talan var ikki um grovt herverk.
Les eisini: Herverk á fleiri bilar í miðbýnum í Havn
Umframt at hava framt herverk á tríggjar bilar, hava menninir eisini verið inni í fleiri øðrum bilum, men har var ikki nakað brotið.
Talan er um tveir útlendingar, og teir verða ikki útvístir, tí talan er um so mikið lítið lógarbrot, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald