Innanlands

Liljan er ímóti pensjónsmálinum: - Royna at trýsta hetta ígjøgnum fyri tunnilsmálið

Hetta er illa handfarið, staðfestir tjóðveldiskvinnan. - Vit eru bert finnir og skulu gera eftir vilja kongsins, vísir Liljan Weihe á - eftir øllum at døma við tilsipan til løgmann

Liljan Weihe hevur júst verið á tingins røðarapalli og gjørt sína støðu greiða - eisini fanst hon at egnari samgongu (Mynd: Sverri Egholm)

Liljan Weihe hevur júst verið á tingins røðarapalli og gjørt sína støðu greiða - eisini fanst hon at egnari samgongu (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-23 11:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hetta er ikki eitt mál, sum eg fari at atkvøða fyri.

Í álitinum til málið um at hækka pensjónsaldurin, stóð at Liljan Weihe tekur støðu í tingsalinum.

Nú er greitt, at Tjóðveldiskvinnan ætlar sær at atkvøða ímóti málinum, sum í løtuni er til aðru viðgerð.

Hetta merkir, at um ein annar samgongutinglimir er ímóti, so fellur málið. Og so eru málini um Suðuroyartunnilin og samgongan í nýggjari støðu.

Liljan Weihe hevur júst verið á tingins røðarapalli. Har gjørdi tinglimurin greitt, at hon er greitt ímóti, at málini um at hækka pensjónsmálið og málið um at projektera og bjóða Suðuroyartunnilin út hanga saman.

- Hetta er illa handfarið.

Hon fanst eisini at løgmanni og politiska handverkinum. Liljan Weihe nýtti myndamálið hjá løgmanni frá ólavsøkurøðuni móti Akseli V. Johannesen:

- Vit eru bara finnir, sum verða fluttar. Vit bíða bert eftir næsta leiki og skulu gera eftir vilja kongsins.  Summar finnir verða offraðir – meðan aðrar verða till frúgvir. Enn havi eg eina atkvøðu, og hana ætli eg at nýta samvitskufult.

Nakrir røðarar eru eftir á listanum. fylg við her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder