- Eg fegnist um tølini. Tey vísa í øllum førum, at vit sum halda tað vera skilagott at gera ein Suðuroyartunnil, um tað er fíggjarliga ráðiligt, hava stóra undirtøku í fólkinum fyri tí boðskapinum.
Hetta segði løgmaður, tá vit fyrr í dag fyrihildið honum tølini í nýggjari spurnarkanning um Suðuroyartunnilin.
Talan er um kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri FM fyrrapartin í dag.
Les eisini: Samgongan hevur ikki veljararnar aftan fyri seg
Fyri Aksel V. Johannesen og Tunnilsfelagið er tað jaligt á tann hátt, at samanlagt næstan 78 prosent av teimum 500 spurdu ynskja Suðuroyartunnil - tó 57,8 prosent við tí fyrivarni, at "tunnilin skal bara gerast um vit vita, at tað er fíggjarliga ráðiligt".
Her kann nógv leggjast í tað. Og løgmaður skilur eisini, at fólki ynskir at fáa vissu fyri prísinum.
Aksel V. Johannesen vísir í samrøðuni á, at ein av aðalmálunum í uppskotinum, sum nú er til viðgerðar, hevur til endamáls at koma at kenna prísin. Hetta so man kann projektera og bjóða út - og siga um tað er fíggjarliga ráðiligt.
Hoyr samrøðuna við Aksel V. Johannesen her
- Eina verður lýst neiligt og hin jaligt
Tað, sum løgmaður kann stúra meira fyri, er tað, at bert 17,2 prosent tvey mælt til at tunnilin verður borðaður úr Djúpadali við Skarvanes, eins og Landsstýrið og Pf. Suðuroyartunnilin mælir til.
Hinvegin vilja 44 prosent av teimum spurdu, at Suðuroyartunnilin skal ganga frá Múlanum norðan fyri Sandsbygd, sum ein tunnilsbólkur hevur mælt til.
Aksel V. Johannesen er ikki bilsin.
- Okkara ætlan verður ofta viðgjørt kritiskt í miðlunum - alt gott um tað: Ein stór verkætlan sum hetta skal hava mótspæl. Men har er munur, hvussu linjuføringar verða viðgjørdar alment.
Løgmaður staðfestir aftur, at hann heldur arbeiðið vera gjørt ógvuliga gjølla, og at serfrøðingarnir sanniliga eru at líta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald